Millum tøkini: sendingin útsett til hósdagin

Millum tøkini: sendingin útsett til hósdagin
Kappróðrarsendingin "Millum Tøkini", sum vanliga er í útvarpinum týsdagar, er hesa vikuna flutt til hósdagin, og Sarita Kristina Hansen verður vertur
"Millum tøkini" er flutt til hósdagin, ogSarita Kristina Hansen loysir av sum vertur
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.07.2025 - 13:58

Kappróðrarsendingin "Millum tøkini", sum vanliga er á útvarpsskránni týsdagar, verður ikki at hoyra seinnapartin.

Í staðin kunnu kappróðraráhugað skrúva lurtið frá hósdagin klokkan 15, tá ymiskt spennandi verður tikið upp saman við viðmerkjarum og gestum.

Sendingin er flutt, tí verturin er til fiskiskap í løtuni. Eins og við kappróðrarbátum, er ikki altíð ráðiligt at gera ov nógvar broytingar umborð, men í hesum føri kunnu lurtarar kenna seg púra tryggar.

Tað verður nevniliga Sarita Kristina Hansen, sum loysir av við róðrið og skal stýra skútuni trygt á mál.

So tendrið útvarpið hósdagin kl 15, tí ovmikið er at tosa um. Varmakelduróðurin er farin afturum, og kappingin harðnar undan fjarðastevnu, har heili 115 bátar hava melda til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873