Taka samanum ætlanina um krabbamein í heyst

Taka samanum ætlanina um krabbamein í heyst
Tá verður staðfest, hvørji tilmæli eru eftir at fremja, og hvussu tey skulu ráðfestast
Tey, sum eru fødd í 2015 ella eftir tað, skulu vera roykfrí, ætlar samgongan.
 
07.07.2025 - 08:50

Í heyst ætlar landsstýriskvinnan í heilsumálum ar seta seg saman við Krabbameinsráðnum at taka samanum tilmælini í krabbameinsætlanini frá 2022.   

Tá verður staðfest, hvørji tilmæli eru eftir at fremja, og hvussu tey skulu ráðfestast.

69 tilmæli eru.

Ein stórur partur er settur í verk, ella tilmælini eru ávegis at vera framd.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, hevur svarað Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um krabbameinsætlanina.

Landsstýriskvinnan sigur, at uppskot um heilsupolitikk kemur í tingið í heyst.

Og eftir ætlan verður uppskotið um tubbaks- og nikotinlógina lagt fram í komandi tingsetu.

Roykfrí

Eitt mál er, at tey, sum eru fødd  í 2015 og seinni, vera roykfrí og ikki brúka aðrar tubbaks- ella nikotinvørur, sigur landsstýriskvinnan.

Í svarinum, sum er drúgt - níggju síður- sigur Súsanna Bertholdsen millum annað, at Sjúkrahúsverkið  hevur raðfest at serútbúgva tveir læknar og tveir sjúkrarøktarfrøðingar til palliativa økið. 

Sjúkrahúsverkið hevur eisini undirvíst røktarstarvsfólki um krabbamein.

Og skeið um palliatión verður í heyst.

Palliativ viðgerð er linnandi, men ikki lekjandi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112