- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvørki avtala ella váðameting

Visit Faroe Islands og Vita Software hava fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.
Visit Faroe Islands sendi Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot.
Í fráboðanini var greitt frá, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til skipanina hjá Vita Software, sum er veitari hjá Visit Faroe Islands.
Talan var um 4.000 skrásett.
Upplýsingarnar vóru í flestu førum um teldupost og loyniorð hjá brúkarum hjá Visit Faroe Islands.
Hjá teimum, sum sluppu til Closed for Maintenence, var eisini talan um heilsuupplýsingar.
Dátueftirlitið staðfesti, at Visit Faroe Islands og Vita Software onga dátuviðgerðaravtalu høvdu gjørt, áðrenn trygdarbrotið var.
Ein dátuviðgerðaravtala er lógarkrav.
Dátueftirlitið staðfesti eisini, at Visit Faroe Islands ikki hevði gjørt nakra váðameting.
Uttan váðameting ber ikki til hjá dátuábyrgdaranum at staðfesta váðan, sum stendst av viðgerðini av persónupplýsingum, sigur Dátueftirlitið.
Uttan dátuviðgerðaravtalu og váðameting er trygdin ikki í lagi, sigur Dátueftirlitið, sum gevur Visit Faroe Islands og Vita Software álvarsliga átalu.



























