Tað verður loyvt at súkkla í Húsareynstunnlinum

Tað verður loyvt at súkkla í Húsareynstunnlinum
Sjálvt um tað leingi hevur verið greitt, at tað hvørki verður loyvt at ganga ella súkkla ígjøgnum nýggja lokala tunnilin í høvuðsstaðnum, so er tann støðan broytt nú
Elsa Berg, borgarstjóri, boðaði í dag frá, at tað kortini verður loyvt at súkkla ígjøgnum Húsareynstunnilin
Mynd: Ólavur Frederiksen/Articon  
 
06.07.2025 - 19:10

Tað hevur verið eitt sindur av kjaki aftur og fram um hvørt tað skuldi vera loyvt at súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin ella ikki.

Tey, sum fegin vilja súkkla, hava funnist at myndugleikanum, sum hevur gjørt av, at hetta ikki skal vera møguligt, meðan onnur hava víst á, at tunnilin er í smalra lagi til at kunna loyva súkklum, og so er tað tann veruleiki, at tað er ikki loyvt at yvirhála í føroysku tunlunum.

Skeltini standa eisini uppi, sum siga, at tað er ikki loyvt at súkkla, men tey mugu nokk niðuraftur, tí sambært Elsu Berg, borgarstjóra, verður loyvt at súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin, eisini í døgunum, sum koma.

- Tað eru møguleikar, sum kunnu gera tað møguligt hjá súkklarum at brúka nýggja tunnilin, og teir møguleikarnir skulu brúkast, segði borgarstjórin, tá Kringvarpið fekk orð á hana við Tjarnir eftir at nýggi tunnilin lat upp.

Trýst á leinki og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld:

1752505

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873