RTS: Vit gjørdu av at steðga spreingingunum fyri einari viku síðani

RTS: Vit gjørdu av at steðga spreingingunum fyri einari viku síðani
RTS gjørdi av fyri einari viku síðani, at steðga spreingingunum á Regnavegnum á Toftum í tríggjar vikur. Tað sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS
 
05.07.2025 - 16:43

RTS gjørdi av fyri einari viku síðani, at steðga spreingingunum á Regnavegnum á Toftum í tríggjar vikur. Tað sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS í eini viðmerking við kringvarpið. 

Tann 23. juni hendi annað óhapp innan fyri 20 dagar, og hús í grannalagnum fingu umfatandi skaðar av grótið sum regnaði niður gjøgnum tekjuna.

Mirian Larsen, sum býr í grannalagnum var ørkymlað umm at arbeiði kundi halda á fram eftir óhappið, greiddi hon frá í útvarpinum mánadagin.

Týsdagin segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu. sum er byggiharri, í tíðindunum, at spreingarnar kundu halda á fram. 

Hetta tí Arbeiðseftirlitið loyvdi tí.

Mikudagin 2, juli segði Leivur Persson, stjóri í Arbeiðseftirlinum, at hann hevði fult álit á, at RTS helt fram at spreingja.

Hetta var tó bert við støði í tí sum hendi tann 23. juni. Kanningin av, hvat hendi 5. juni var als ikki liðug, og ein lítlan tíma eftir at Leivur Persson hevði gjørt samrøðu við útvarpið, sendi hann ein teldupost til Mirian Larsen, har hann boðaði frá, at Arbeiðseftirlitið hevði givið RTS boð um at steðga spreingingunum til ein frágreiðing um, hvat hendi tann 5. juni, er avgreidd.

Men sambært Andriasi Lamhauge gjørdi RTS sjálvt av at steðga spreingingunum longu fyri einari viku síðani. 

Hann væntar, at teir kunnu byrja arbeiðið aftur um 2 vikur, og sigur, at teir fara at broyta mannagongdirnar og leggja enn størri dent á at tryggja sær at allar løðingar eru sprongdar, áðrenn farið verður undir at brekka aftur. 

Andrias Lamhauge greiðir eisini frá, at orsøkin til óhappið tann 23. juni, tá teir raktu eina løðing sum ikki var sprongd, var, at grótið á Toftum er sera vánaligt, og at løðingarnar lógu í 18 metra dýpd. 

Sambært Leivi Persson bendir nógv á, at orsøkin til óhappið tann 5. juni var at løðingarnar ikki vóru nóg væl dekkaðar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066