Handtikin og ákærdur fyri harðskap móti løgregluni

Handtikin og ákærdur fyri harðskap móti løgregluni
Ein maður, sum gjørdi ónáðir í býnum í Havn í nátt endaði kvøldið í brummuni - ákærdur fyri harðskap móti politinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.07.2025 - 10:49

Klokkan 02 í nátt var løgreglan tilkallað til ein privatan bústað, har ein maðurin gjørdi ónáðir. Eigarin vildi hava politiið at fáa mannin burtur frá sínum bústaði.

Løgreglan kom á staðið og burturvísti mannin, men tveir tímar seinni vóru tey aftur tilkallaði - hesa ferð til eitt skeinkistað í Havn.

 

Tað vísti seg at vera sami maður, sum nú fekk eina bót fyri at vera til ampa í almenna rúminum. 

Hetta fekk øði í mannin sum bleiv harðligur og hann endaði altso í brummuni, handtikin fyri harðskap móti løgregluni, sigur vakthavandi á politistøðini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112