Altjóða áhugin fyri Føroyum vaksandi

Altjóða áhugin fyri Føroyum vaksandi
Í vikuni hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við uttanlandsnevndini verið vertur fyri eini sendinevnd við eini 40 tingfólkum úr NATO-londum
Felagsmynd á Sornfelli.
Mynd: Uttanríkis og vinnumálaráðið  
 
04.07.2025 - 18:48

Í vikuni hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við uttanlandsnevndini verið vertur fyri eini sendinevnd við eini 40 tingfólkum úr NATO-londum. 

Endamálið við vitjanini var at kunna NATO-limalondini um føroysk viðurskifti. Eitt nú vitjaðu tey á Sornfelli, har ein NATO-radari væntandi kemur at standa, og Atlantic Airways Aviation Academy, har tey sluppu at royna simulatorarnar. 

At ein NATO sendinevnd kemur til Føroya er eitt greitt dømi um, at altjóða áhugin fyri Føroyum er vaksandi, sigur Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1752301


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280