Gonga, røður, sangur og yrkingar fyri Gasa

Gonga, røður, sangur og yrkingar fyri Gasa
Seinnapartin í dag skipar Amnesty International Føroyar fyri kravgongu til frama fyri sivila fólkinum í Gasa
Amnesty skipar fyri í dag.
 
03.07.2025 - 09:25

Seinnapartin í dag skipar Amnesty International Føroyar fyri kravgongu til frama fyri sivila fólkinum í Gasa.

Eisini verður heitt á landsstýrið um at røkja sínar altjóða skyldur um at gera sítt fyri at steðga 
fólkadrápinum á palestinar í Gasageiranum, sigur Amnesty í tíðindaskrivi.

Kravgongan byrjar við Gundadalshøllina kl.16.30.

Gingið verður út á Tinganesi og síðani til Speaker's Corner í miðbýnum.

Har halda Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger røðu, Elin Brimheim Heinesen og Kári Sverrisson spæla nøkur løg, og Marjun Syderbø Kjælnes og Elin Brimheim Heinesen lesa yrkingar.

Amnesty heitir á fólk um at fara í okkurt reytt fyri at vísa, at vit draga eina felags linju um, at vit langt síðani eru farin um reyða markið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659