Ov tíðliga at taka løgtingið uppí

Ov tíðliga at taka løgtingið uppí
Uttanlandsnevndin sleppur upp í part, tá málið er búgvið til tess. Og tað er tað ikki enn, sigur løgmaður.  
Bara kunning,ongar samraðingar hava verið enn, sigur løgmaður.
 
30.06.2025 - 06:31

Uttanlandsnevndin sleppur upp í part, tá málið er búgvið til tess.

Og tað er tað ikki enn, sigur løgmaður.  

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaðir, spurdi Aksel V. Johannesen, løgmann, um rættin hjá uttanlandsnevndini sambært stýrisskipanarlógini at vera hoyrd, tá landsstýrið hevur samráðingar við  ríkismyndugleikarnar, sum eru av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

Tað er rætt, at landsstyrið eigur at ráðføra seg við uttanlandsnevndina, svarar løgmaður.

Og hetta fer sjálvsagt at vera gjørt, sigur hann.

Men ikki fyrr enn landsstýrið fer undir slíkar samráðingar. 

Hagar er málið ikki komið. Talan er ikki um samráðingar enn, sigur løgmaður.

Landsstýrið hevur bara greitt donsku stjórnini frá, at fimm av seks flokkum vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112