Mótmæla banni ímóti Pride gongu í Budapest

Mótmæla banni ímóti Pride gongu í Budapest
Mótmælisfólk mótmæla ungarsku stjórnini, sum hevur bannað Pride gonguni
Í dag verður mótmælt í ungarska høvuðsstaðnum
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.06.2025 - 18:26

Tíggjutúsundtals mótmælisfólk frá eini tredivu ymiskum londum eru savnað í ungarska høvuðstaðnum at mótmæla banninum móti Pride. Tað skrivar danska kringvarpið, DR.

Bannið móti pride gonguni varð samtykt í ungarska tjóðartinginum í mars. Tað er Viktor Orbán, ungarski forsetisráðharrin og flokkur hansara Fidesz, virkaðu  fyri at banna Pride gonguni. 

Viktor Orban hevur eisini hótt við, at tað fer at fáa rættarligar avleiðingar, um fólk luttóku í Pride gonguni í dag. 

Gott lag er á pride gonguni, og hóast ferðsluruðuleika og mótmæli móti pride gonguni, er gongan farin fram friðarliga higartil, sigur danska kringvarpið.

Mótmælisgongan móti pridegonguni, har millum annað ein nýnasistiskur bólkur er við, varð steðgað av ungarsku løgregluni á eini brúgv, og tað hevur ikki eydnast at koma nær at pride gongini, sigur ungarski miðilin, sum eitur 444. Hu, sambært DR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189