Gloymt lag fram í ljósið í USA

Gloymt lag fram í ljósið í USA
Baroli Music hava aftur gjørt um seg í USA og hava fingið eitt lag við í útgávu hjá barnaklassikaranum Dora the Explorer
Bárður Háberg og Óli Jógvansson alias Baroli Music
 
19.06.2025 - 09:47

- Hetta er eitt úrslit av tí dreyminum, vit høvdu fyri tjúgu árum síðan um at bróta ígjøgnum.

Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum kalla seg Baroli Music, hava skrivað og framleitt eitt lag til nýggjastu útgávuna hjá kendu barnasjónvarpsrásini Nickelodeon í USA. 

Lagið, ið Bárður og Óli hava skrivað saman við Paulu Winger, eitur "Anything?s Possible".

Útgávan kemur út í sambandi við 25 ára dagin hjá barnaklassikaranum "Dora The Explorer." Dora The Explorer er millum størstu altjóða brandini í USA og er at síggja á Nickelodeon og Netflix.

- Lagið var upprunaliga skrivað til eina sjónvarprøð hjá Disney fyri tíggju árum síðan. Tað bleiv vrakað, men nú er tikið framaftur til hesa nýggju útgávuna.

Hoyr samrøðuna við Óla Jógvansson her.

1749335

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112