Føroyar við í norðurlendskari og baltiskari vitlíkismiðtøð

Føroyar við í norðurlendskari og baltiskari vitlíkismiðtøð
Norðurlendska ráðharraráðið hevur játtað stuðul upp á 30 milliónir krónur í trý ár til verkætlanina
Felags norðurlendsk og baltisk vitlíkismiðstøð verður nú skipað, og Føroyar eru við í verkætlanini. (Savnsmynd)
 
18.06.2025 - 11:09

Føroyar skulu vera við í einari felags norðurlendskari, baltiskari vitlíkismiðstøð, sum eftir ætlan fer at virka longu í heyst.

Tað upplýsir norðurlendska ráðharraráðið í tíðindaskrivi í dag.

Miðstøðin skal hava starvsfólk úr øllum londunum, sum eru við, og arbeiðið verður samskipað av eini skrivstovu í Svøríki.

 

Menna vitlíki

Vitlíkismiðstøðin skal menna vitlíki í norðurlendska og batiska økinum við at virka sum sambindingarlið við stjórnirnar, virkir og felagskapir í økinum. Miðstøðin skal bjóða ráðgeving og fakkunleika til brúkararnar í einstøku londunum.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í norðurlandamálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna við ábyrgd fyri talgilding, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, vóru við til at taka avgerðina.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur játtað stuðul upp á 30 milliónir krónur í trý ár til verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873