
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
1. januar næsta ár fara inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar í yvirtiknum málum, í landskassan.
Inntøkur frá sektum, sum verða dømdar í felagsmálum, fara í ríkiskassan.
Sektir, sum verða givnar fyri brot á ferðsulógina, fara framvegis í ríkiskassan.
Fyrrapartin hava danska stjórnin og landsstýrið skrivað undir nýggju avtaluna.
Landsstýrismaðurin fegnast
- Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál, og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís. Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
- Í longri tíð hevur tað verið sæð sum órímiligt, at føroyskir myndugleikar áseta bøtur til føroyskar fyritøkur, og pengarnir enda í danska statskassanum. Tí gleðir tað meg, at avtalan er undirskrivað, og loysnin er funnin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.