Samstarvsráðið hevur fund í Tinganesi

Samstarvsráðið hevur fund í Tinganesi
Umframt stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum manna føroysk og grønlendsk landsstýrisfólk og danskir ráðharrar samstarvsráðið
Eftir óformliga ríkisfundin í Tindhólmi fyrrapartin í gjár, fóru stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum ein túr út á Trælanípuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2025 - 11:49

Ríkisfundurin í Tindhólmi í gjár millum teir tríggjar stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum var óformligur, men í dag er fundur í samstarvsráðnum, og har verða politiskar avgerðir tiknar.

Í samstarvsráðnum sita Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi.

Harumframt eru danskir ráðharrar og føroysk og grønlendsk landsstýrisfólk í ráðnum. 

 

 

Tíðindafundur um úrslitið av ríkisfundinum og fundinum í samstarvsráðnum verður klokkan 14.30, og tíðindafundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá KvF.

 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217