Silvurligan: Flogbóltsmenninir vunnu á Íslandi

Silvurligan: Flogbóltsmenninir vunnu á Íslandi
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni í ár
Føroysku flogbóltsmenninir spæla í Silvurliguni í ár
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
14.06.2025 - 10:51

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann í gjárkvøldið 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni í ár.

Fyrsta umfarið hjá monnunum verður spælt í Íslandi.

Føroyar fingu flúgvandi byrjan við at vinna tvey tey fyrstu settini og vóru eisini á odda í triðja setti. Men Ísland vendi dystinum og javnaði til 2-2 í settum og legði seg eisini á odda 11-10 í javnbrótaranum. Føroyar vóru tó knáari seinastu bóltarnar og vunnu avgerandi settið 15-13.

Seinnapartin í dag spæla Føroyar aftur; hesa ferð ímóti Svøríki. Í kvøld spæla kvinnurnar hjá Føroyum ímóti Íslandi í Luksemborg, sum er vertur fyri triðja og seinasta umfarinum í Silvurliguni hjá kvinnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313