USA mælir londum frá at fara á ST-ráðstevnu

USA mælir londum frá at fara á ST-ráðstevnu
Umsitingin hjá Trump, forseta, ávarar ímóti einum uppskoti, um at Ísrael og Palestina verða hvør sítt ríki
Donald Trump, forseti, og hansara umsiting mæla londum frá at fara á ST-ráðstevnuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.06.2025 - 09:16

Umsitingin hjá Donaldi Trump, forseta, mælir nú øllum stjórnum í heiminum frá at fara á ST-ráðstevnuna í New York.

Ráðstevnan verður í næstu viku og skal m.a. viðgera uppskot um møguliga tvíríkisloysn millum Ísrael og Palestina, skrivar tíðindastovan Reuters, sum hevur fingið innlit í eina fráboðan frá umsitingini hjá Trump, sum er dagfest 10. juni.

Fráboðanin leggur dent á, at lond, sum fremja 'anti-ísraelsk tiltøk' í kjalarvørrinum á ráðstevnuni, verða mett at virka ímóti amerikonskum uttanríkispolitiskum áhugamálum, og tað kann fáa diplomatiskar avleiðingar úr Washington.

- USA er ímóti øllum stigum, sum einvíst vilja viðurkenna eitt ætlað palestinskt ríki, ið leggur møguligar rættarligar og politiskar forðingar aftrat endaligu loysnini á ósemjuni, og kunnu tvinga Ísrael undir einum kríggi, og harvið stuðla fíggindum hjá Ísrael, stendur í fráboðanini.

- Vit heita á stjórnir um ikki at fara á ráðstevnuna, sum vit halda arbeiðir ímóti áhaldandi átøkunum at enda kríggið í Gasa, og lata leysar gíslar, stendur m.a. í fráboðanini.

 

 

Sameindu Tjóðir.

 

Hevur tikið undir við tvíríkisloysn

USA stuðlaði í áratíggju eini tvíríkisloysn millum ísraelar og palestinar, sum skuldi skapa eitt ríki fyri palestinar á Vestura áarbakka og Gasa saman við Ísrael.

Trump var í sínum fyrsta valskeiði lutfalsliga lunkaður í síni tilgongd til tvíríkisloysn, og republikanski forsetin hevur givið fá tekin í seinna valskeiði sínum um, hvørja støðu hann hevur.

Men týsdagin segði amerikanski sendiharrin í Ísrael, Mike Huckabee, sum hevur verið dyggur stuðul hjá Ísrael í langa tíð, at hann ikki heldur, at sjálvstøðugur palestinskur statur framvegis er eitt amerikanskt uttanríkispolitiskt mál.

- At viðurkent eitt palestinskt ríki hevði í roynd og veru gjørt 7. oktober til palestinskan tjóðardag, stendur í fráboðanini, sambært Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074
Leygardag 5. juli
Video: 5mf kvinnur, varmakelda 2025
194073