
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvanlukka í India - hava funnið líkini av 200 fólkum

Líkini av fleiri enn 200 fólkum eru funnin við indiska flogfarið, ið datt niður har vesturi í India fyrr í dag, skrivar Reuters.
Tey deyðu kunnu bæði vera ferðafólk, sum vóru við flogfarinum, og fólk, sum doyðu, tá flogfarið datt niður í ein íbúðarbygning, skrivar tíðindastovan.
Í minsta lagi 242 fólk vóru við flogfarinum, og hildið verður, at øll hava latið lív.
Ógreit er, hví vanlukkan hendi.
Flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Flogfarið, sum Air India átti, datt niður í býnum Ahmedabad har vesturi í India stutt eftir, at tað var farið á flog. Tað datt niður í ein bygning í einum bústaðarøki nærindis floghavnini.
Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 787-8 Dreamliner, var á veg til Gatwick-floghavnina í London, tá vanlukkan hendi.
169 ferðafólk vóru úr India, 53 úr Bretlandi, trý úr Portugal og eitt úr Kanada.