Allir peningastovnarnir lækka rentuna

Allir peningastovnarnir lækka rentuna
Bæði innlánsrentan og útlánsrentan lækka
Norðoya sparikassi lækkar rentuna 22. juli.
 
12.06.2025 - 08:14

Nú hava allir fýra peningastovnar í Føroyum boðað frá, at teir lækka rentuna.

Rentan lækkar 0,25 prosentstig.

Bæði innlánsrentan og útlánsrentan lækka.

Og tær lækka hjá øllum, bæði hjá privatum og hjá vinnuni.

Ymiskt er, nær rentan fer niður.

Hjá Betri banka lækkar rentan 1. juli, hjá Føroya banka 14. juli, hjá Suðuroyar sparikassa 15. juli og hjá Norðoya sparkassa lækkar rentan 22. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV