Brian Wilson er deyður

Brian Wilson er deyður
Tónlistamaðurin og stovnaðarin av legendariska poppbólkinum The Beach Boys, Brian Wilson, er deyður. Hann gjørdist 82 ár. 
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.06.2025 - 19:37

Brian Wilson var einans 19 ár, tá hann var við til at stovna The Beach Boys.

Nú er hann deyður, kunngerð familjan á heimasíðuni hjá Brian Wilson

"Tað er við stórari sorg at vit kunngerða, at okkara elskaði pápi, Brian Wilson, er farin um sýn. Orð eru fátøk."

"Vit vita, at tit harúti syrgja við okkum," skrivar familjan. 

The Beach Boys vóru ein familjubólkur, tá hann bleiv stovnaður. Umframt Brian Wilson, so vóru tveir av beiggjunum, Carl og Dennis, eisini við í bólkinum. 

Harumframt var systkinabarnið Mike Love og vinmaðurin Al Jardine eisini í bólkinum. 

The Beach Boys hava millum ár  og dag útgivið okkurt um 30 plátur.

Serliga plátan "Pet Sounds" frá 1966 verður mett sum eitt meistaraverk. Brian Wilson skrivaði og framleiddi plátuna so at siga einsamallur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525