Eftirlønarskyldan er meira enn fýra milliardir

Eftirlønarskyldan er meira enn fýra milliardir
Landskassin hevur skyldu til at lata løgmonnum, landsstýrisfólki, løgtingsfólki og tænastufólki eftirløn.
Eftirlønirnar kostaðu landinum góðar 167,5 mió. kr. í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.06.2025 - 08:44

Eftirlønarskyldan hjá landskassanum er nú fýra milliardir og 163 milliónir krónur.

Landskassin hevur skyldu til at lata løgmonnum, landsstýrisfólki, løgtingsfólki og tænastufólki eftirløn.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Gjaldstovan tryggingarserkønan at rokna út, hvussu nógv tað hevði kostað, skuldi landið keypa seg leyst frá skylduni.

Talið var seks milliardir og 145 milliónir krónur í 2019.

 

Verður roknað triðja hvørt ár

Talið verður roknað triðja hvørt ár. Í 2022 var tað komið niður í fýra milliardir og 452 milliónir krónur.

Tað er minkað, tí rentan er hækkað. Men tænastufólkini eru eisini vorðin færri. 

Talið verður aftur roknað fyri 2025.

Danmark eigur ein part av eftirlønarskylduni. Hann er 289 mió.kr. 

Eftirlønirnar kostaðu landinum góðar 167,5 mió. kr. í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815