Vælkomin á Mentanarnátt í Kringvarpi Føroya! 

Um KVFTíðindi
Vælkomin á Mentanarnátt í Kringvarpi Føroya! 
Á Mentanarnáttini 6. juni lata vit dyrnar upp og bjóða øllum – stórum sum smáum – á gátt í Kringvarpinum.
Mentanarnáttin 2025
 
28-05-2025

Opið frá kl. 15:00-18:00

Í forhøllini verður framsýning við hugtakandi myndum, sum eitt av fremstu myndafólkum okkara, Bjarni Árting Rubeksen, hevur tikið.  

Eisini ber til at fara á túr við Tórði í kringvarpshúsinum – ein forkunnugur møguleiki at fáa innlit í, hvussu vit arbeiða aftan fyri sjónvarpsskíggjan og útvarpstólið. 

Børn og barnsligar sálir sleppa at royna seg framman fyri einum “green screen” og síggja, hvussu vit nýta hetta stuttliga amboðið til at gera barnasendingar.   

Eisini kunnu børnini vitja eitt “søtt” verkstað saman við vinnarunum frá KAKUMiKS, har tey sleppa at pynta muffur. Og sjálvandi ber eisini til at fáa autograf frá Bakistjørnunum. 

Jensina fer at framføra og undirhalda við kendum barnasangum, millum annað sangir úr Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. 

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum í Kringvarpið hendan dagin.  

 
Skrá:

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112

Um kvf css