Nýggja svimjifelagið í Kvívík hevur longu vunnið 80 heiðursmerki

Nýggja svimjifelagið í Kvívík hevur longu vunnið 80 heiðursmerki
Hellufossur gevur bygdini nakað gott at standa saman um, sigur forkvinnan, Sára Midjord, ið sjálv tók stig til felagið
 
27.05.2025 - 11:13

Hálvtannað ár er liðið, síðani Sára Midjord tók stig til at seta svimjifelag í Kvívík á stovn. Áhugin fyri Hellufossi, sum felagið eitur, hevur verið stórur. Fleiri enn 50 børn eru tilmeldað, og fleiri eru í bíðrøð at sleppa við.

Tey vóru við í fyrstu kapping ein mánað eftir, at felagið var sett á stovn, og longu tá komu fyrstu heiðursmerkini í hús.

Hugsjónin hjá Hellufossi er tann sama sum hjá Pippi, sigur forkvinnan - Hetta havi eg ikki roynt fyrr, so tað dugi eg heilt vist.

Hvønn dag í hesi vikuni verður skipað fyri tiltøkum fyri børn, ung, vaksin og eldri.

Á skránni er m.a. pinku- og smábarnasvimjing, pensjonistasvimjing, synkronsvimjing, morgunsvimjing, fimleikur og yoga.

Til ber at lesa meira um skránna her.
 

1745677

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066

Meira um sama evni