Norðhavssildin er farin 800 kilometrar longur norður at gýta

Norðhavssildin er farin 800 kilometrar longur norður at gýta
Tá stóri 2016-árgangurin av sild var fimm-seks ára gamal og gjørdist kynsbúgvin, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir í stovninum til at vísa ungsildini vanliga gýtingarøk
 
09.05.2025 - 12:28

Norðhavssildin er farin 800 kilometrar longur norður at gýta, skrivar Havstovan.

Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. 

Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, sum er 800 kilometrar norðanfyri Møre, at gýta.

 

Ov fáir gamlir oddafiskar

Orsøkin er nevnd í nýggjari grein í viðurkenda tíðarritinum Nature. 

Greinin byggir á ástøðið um, at fiskar við nógvum royndum, sonevndir oddafiskar, leiða torvufisk.

Fiskur, sum setir til, lærir av oddafiskunum. 

Høvuðsniðurstøðan er tí, at tá stóri 2016 árgangurin fimm-seks ára gamal gjørdist kynsbúgvin, vóru fáir gamlir oddafiskar eftir í stovninum til at vísa ungsildini, hvar vanliga gýtingarøkið er. 

Unga ættarliðið ráddi tí sær sjálvum og byrjaði at gýta longri norðuri. 

 

Eldru fiskarnir fluttir til Lofoten

Haraftat er torvuatferðin so sterk, at eldru fiskarnir síðani 2021 eisini eru fluttir norður til Lofoten at gýta.

Fiskiskapurin er serliga eftir eldri sildini.  

Og seinnu árini er fiskað nógv meira enn tilmælt. 

Tí vera nógvir oddafiskar tiknir, og torvan missir vitan. 

 

Kann fáa avleiðingar

Tað kann fáa avleiðingar fyri sildastovnin, nú norðhavssildin gýtir við Lofoten, tí sjógvurin har er kaldari enn við Møre.

Men ein nýggjur, stórur árgangur kann gera, at norðhavssildin fer suður aftur, stendur í greinini, sum Aril Slotte, granskari á norsku havstovuni, skrivaði saman við øðrum granskarum, millum annað Eydnu í Homrum á Havstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139