Flogbóltur: Anja og Phil best í ár

Flogbóltur: Anja og Phil best í ár
Anja Danielsen úr Fleyr og Phil Freere úr Mjølni vóru kosin til ársins spælarar í flogbólti í gallaveitslu um vikuskiftið
Tey bestu í føroyskum flogbólti vóru heiðrað um vikuskiftið
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
05.05.2025 - 13:27

Anja Danielsen úr Fleyr og Phil Freere úr Mjølni vóru tey bestu í flogbólti farna kappingarár. 

Phil Freere og liðfelagarnir fóru avstað við bæði FM-heitinum og steypagullinum, meðan Anja Danielsen og tær í Fleyr vunnu FM, men máttu lúta fyri Mjølni í steypafinaluni síðsta vikuskifti, sum setti punktum fyri hesum kappingarárinum.

Boban Ilic úr Mjølni var ársins venjari hjá kvinnum, og Suni Juul Pedersen úr Fleyr fekk sama heiður hjá monnunum.

Ársins stjørnuskot vóru Elisabet Norðoy Vilhelmsen úr Mjølni og Rani Ákason úr ÍF. Ársins dómari var Dávið Ryan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189