Fimm heilsuøki og 14 heilsumiðstøðir

Fimm heilsuøki og 14 heilsumiðstøðir
Lógin um nýggju kommunulæknaskipanina kemur 1. juni
Heilsumiðstøðin í Runavík.
 
22.04.2025 - 07:05

Føroyar skula hava fimm heilsuøki.

Og ein ella fleiri heilsumiðstøðir vera í hvørjum heilsuøki. 

Tað sigur kunngerð, sum er gjørd sambært nýggju kommunulæknalógini.

Lógin og fimm kunngerðir koma 1. juni.

Norðoyggjar, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna vera saman í einum heilsuøki.

Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna vera í einum heilsuøki.

Vágar, Mykines, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna og Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir vera saman.

Tórshavnar kommuna, Sandoyggin, Skúgvoyggin og Dímun vera eitt heilsuøki.

Og Suðuroyggin verður eitt heilsuøki.

Heilsumiðstøðir vera í Klaksvík, Norðragøtu, Fuglafirði, Runavík, Miðvági, Vestmanna, Kollafirði, við Norðskála, í Hoyvík, á Sandi, Tvøroyri, í Vági og tvær vera í Havn.

Tað eru 14 heilsumiðstøðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379
Leygardag 14. juni
Video: 10mf, sundalagsstevna 2025
193305