Skeivt at koyra útlendingar úr fiskivinnuni

Skeivt at koyra útlendingar úr fiskivinnuni
Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin halda tað vera skeivt at allur útlendskur kapitalur skal úr fiskivinnuni á sjógvi fyri 1. januar 2032, sum ásett í sjófeingislógini
 
15.04.2025 - 15:48

Tað hevur verið breiði, politiski viljin, at útlendingar heilt burtur úr fiskivinnuni á sjógvi. Tað helt samgongan, sum sat frá 2015 til 2019 (Javnaðaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn) og tað helt eisini samgongan, sum tók við eftir hana (Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin).

Tí stendur tað í galdandi sjófeingislóg, at útlendingar skulu vera burtur úr fiskivinnuni á sjógvi 1.januar 2032.

-Tað var tíðin tá, í dag er tíðin ein onnur, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum ikki longur vil lata dyrnar aftur fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni á sjógvi. 

Fólkaflokkurin, sum eisini var við til at samtykkja galdandi lóg um sjófeingi, hevur somuleiðis broytt støðu.

-Vit skulu hava tamarhald á okkara fiskivinnu, men als ikki at loyva útlendskum kapitali í fiskivinnuni haldi eg vera skeivt, sigur Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum nú situr í vinnunevndini fyri Fólkaflokkin. 

Annika Olsen, vinnunevndarumboð fyri Tjóðveldi, heldur tó fast í galdandi samtykt. Tað er ein principiel avgerð, sigur hon:

-Fiskivinnan er ogn føroya fólks. Tað er okkara felags tilfeingi. Og tí er tað umráðandi at føroyingar eiga tilfeingi 100%, sigur Annika Olsen. 

Sitandi samgonga vil ikki broyta lóggávuna, sum sigur at útlendingar skulu heilt burturúr fiskivinnuni á sjógvi fyri 1. januar 2032. Men tað vil ein møguligur, borgarligur meiriluta mest sannlíkt gera eftir eitt komandi løgtingsval. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda, at útlendingar skulu hava loyvi til at eiga ein minnilutapart.

 

Sjofeingislogin_-_jbh_-_1220
 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112