Ómerktur hunangur afturkallaður

Ómerktur hunangur afturkallaður
Orsøkin er, at vøran ikki er merkt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at vera givin børnum undir eitt ár
Hunangurin, sum er afturkallaður.
 
15.04.2025 - 06:47

Hunangur eigur ikki at vera givin børnum yngri enn eitt ár.

Og tað eigur at standa á ílatinum, sum hunangurin er í.

Heilsufrøðiliga starvsstova hevur kunngjørt ávaring um hunang av slagnum Beeliz.

Orsøkin er, at vøran ikki er merkt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at vera givin børnum undir eitt ár.

Tey kunnu fáa heilsuligan skaða av hunangi.

Í aðrar mátar er eingin vandi við Beeliz hunanginum, sum Coop Danmark hevur afturkallað.  

Talan er um tvey sløg, Honning Cremet og Flydende honning, 250 gramm og best fyri 19. desember 2026.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112