Durita og Heidi avgjørdu eftir steðgin

Durita og Heidi avgjørdu eftir steðgin
Durita Hummeland og Heidi Sevdal skutu málini, tá bestu føroysku fótbóltskvinnurnar avgjørdu eftir steðgin og vunnu 2-0 á Moldova í Nations League
 
04.04.2025 - 19:27

Durita Hummeland og Heidi Sevdal vóru á blettinum fyri Føroyar, sum vunnu 2-0 á Moldova í Nations League.

Bæði málini komu eftir steðgin. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Tórunn Joensen sendi eitt fríspark inn í brotsteigin, sum Durita Hummeland skallaði í netið.

Heidi Sevdal skeyt einasta málið í sigrinum á Gibraltar í februar, og metkvinnan kom eisini á máltalvuna undir tórsvallarsólini. Eitt korter var eftir at spæla, tá innskifta Eyðvør Klakstein fekk fatur á einum bólti, og sendingin inn um útiverjuna var frálík. Heidi Sevdal nýtti fyrstu nerting til at leggja bóltin til rættis, áðrenn hon sendi skotið lágt inn við nærru stongini.

Talan var um góðan dyst frá føroysku kvinnunum. Spælið sat munandi betri enn í februar, tá tær taptu ímóti Slovakia og vunnu tepurt á Gibraltar, og Føroyar hava nú 6 stig í bólki C1 og eru á 2. plássi aftanfyri Slovakia.

Týsdagin spæla Føroyar aftur. Tá vitjar Gibraltar, sum einki stig hevur fingið enn, á Tórsvølli.

 

Tórsvøllur (Nations League, 3. umfar)

Føroyar - Moldova, 2-0 (0-0)

1-0 Durita Hummeland, 47 min.
2-0 Heidi Sevdal, 75 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114