Ein risaíløga í trivnaðin

Ein risaíløga í trivnaðin
Tað siga Tórbjørn Jakobsen og Sigrun Jónsveinsdóttir um nýggju svimjihøllina í Runavíkar kommunu, sum letur upp í summar
Tórbjørn Jakobsen og Sigrun Jónsveinsdóttir inni í nýggju svimjihøllini
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
20.03.2025 - 11:14

Nýggja svimjihøllin í Runavík, sum letur upp í summar, verður ein perla, har ið til ber at svimja, kava, aka í vatnskreiðibana, fara í sauna og annars bara njóta løtuna og lívið.

Og bæði Tórbjørn Jakobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna í trivnaðarnevndini í Runavíkar kommunu, vanta, at svimjihøllin fer at fáa stóran týdning fyri økið.

Nýggja svimjihøllin er samanbygd við ítróttarhøllina og fimleikarhøllina Bylgjuna, og bæði fagurfrøðiliga og arkitektoniskt tekur hetta seg sera væl út.

Eitt annað, sum riggar sera væl við hesum trimum samanbygdu hallunum, eru nógvu vindeyguni, sum hava stóran týdning, tá tú er inni í einari av høllunum, samstundis sum hesi eisini eru eitt gott og fjøltáttað íkast til uttandura býarrúmið.

Svimjihøllin er mett at kosta 165 milliónir krónur og ætlanin er at hon letur upp í juni ella juli mánað í ár. 

Vit hittu Tórbjørn Jakobsen og Sigrun Jónsveinsdóttir í nýggju svimjihøllini og tú kanst hoyra samrøðuna her!
 

1732962

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525