Russar halda Ennibergi aftur

Russar halda Ennibergi aftur
Talan er helst talan um misskiljing, sigur Mortan Johannesen, reiðari
Sambært reiðaranum hevur Enniberg nakað av kvotu eftir í russiskum sjógvi. (Savnmynd)
 
17.06.2024 - 11:33

Trolarin Enniberg er afturhildin av russiskum myndugleikum.

Tað skrivar Vágaportalurin. 

Enniberg fiskar í russiska partinum av Barentshavinum, og sambært Vágaportalinum verður skipið hildið aftur, tí russar halda, at Enniberg hevur fiskað meira, enn skipið hevur loyvi til.

 

Misskiljing

Mortan Johannesen, reiðari, váttar fyri Vágaportalinum, at Enniberg hevur verið afturhildin í nakrar dagar, men helst er talan um eina misskiljing, sigur hann.

- Har er observatørur frá russarum umborð, og eisini hann heldur, at talan er um ein feil. Okkurt er talt dupult, og tað er eisini støðan hjá Vørn, sum eisini er inni í myndini, sigur Mortan Johannesen við Vágaportalin. 

Sambært reiðaranum hevur Enniberg nakað av kvotu eftir í russiskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558