Sverri rakk ikki heiðursmerki

Sverri rakk ikki heiðursmerki
Sverri Sandberg Nielsen endaði á 4. plássi til World Cup-stevnuna í Lucerne. Miðvingurin var góð 11 sekund frá 1. plássinum
Sverri Sandberg Nielsen endaði á 4. plássi til World Cup II í Lucerne
Mynd: Landsholdet i roning  
 
26.05.2024 - 15:24

Sverri Sandberg Nielsen rakk ikki heiðursmerki, tá hann róði finalu í einskullara til World Cup-stevnu í Lucerne sunnudagin. 

Miðvingurin endaði á 4. plássi við tíðini 6,59.82. 

Hetta var góð fimm sekund aftan fyri Yauheni Zalaty úr Hvítarusslandi, sum fekk bronsuna, og góð 11 sekund aftan fyri hollendingin, Simon Van Dorp, sum fór avstað við gullinum framman fyri týskaranum, Oliver Ziedler. 

World Rowing spáar, at einskullarafinalan í Lucerne kann vísa seg at gerast ein aðalroynd til OL-finaluna í París í summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213