Góð føroysk úrslit í Reykjavík

Góð føroysk úrslit í Reykjavík
Gull í svimjing og bronsu í judo. Føroyskir íðkarar stóðu seg væl í Reykjavík International Games um vikuskiftið
Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim og Ægir vóru við á RIG
Mynd: HS  
 
29.01.2024 - 10:40

Føroysk ítróttafólk stóðu seg væl í stórari altjóða kappingini, RIG, sum var í Reykjavík um vikuskiftið.

Í svimjing eydnaðist føroyingunum at vinna fleiri heiðurmerki. Líggjas Joensen úr Ægir fór avstað við gullinum í bæði 200 og 400 metra frísvimjing.

Afturat hesum fekk hann bronsu á 1500m frí. 

Jóhanna Ólavsdóttir (FS) fekk silvur í 200m firvald, Isak Brisenfeldt (HS) fekk silvur í 200m firvald, og Heini Askham (Ægir) svam seg til silvur á 1500m frí.

Bárður Ólavsson (FS) fekk bronsu í 200m firvald, Isak Brisenfeldt fekk bronsu á 50m firvald, Heini Askham bronsu í 400m frí, Bjarta í Lágabø (Susvim) bronsu á 50m og 100m rygg og Jón Hofgaard (Susvim) bronsu í 50m og 100m bringu.

Umframt hetta vunnu føroyingarnir fleiri ungdómsheiðursmerki.

 

Judo eisini heiðursmerki

Judo var eisini við á RIG við tveimum íðkarum og einum dómara.

Fríði Magnusson Carlsson fekk triðja plássið. Hann fekk skaða í andlitið í hálvfinaluni, sum hann tapti, men hóast hetta kappaðist hann um bronsuna ímóti bretanum, Bobby King, og har vann eftir sonevnt Golden Score. 

Føroyskir lyftarar kappaðust eisini í Reykjavík, men tað eydnaðist ikki av vinna heiðursmerki hesa ferð. Tó kom okkurt føroyskt met burturúr.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112