Størsta mentanarliga avbjóðingin seinastu mongu, mongu árini

Um KVF›Bloggur
Størsta mentanarliga avbjóðingin seinastu mongu, mongu árini
Ovurstóra útboðið frá tøknirisunum broytir miðlavanarnar. Tá vit brúka minni tíð upp á føroyskar miðlar, verður minni kjak um samfelagið og mentanina, heldur kringvarpsstjórin
Ivan Hentze Niclasen á miðlaráðstevnuni "Miðlar á vegamóti" í 2022.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01-11-2022

Føroyar standa mitt í tí triðju avgerandi broytingini á loftmiðlaøkinum, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. Avgerandi broyting skilmarkar hann sum eina, sum hevur stóra ávirkan á mentanina.

Tann fyrsta kom í 1957, tá Útvarp Føroya fór undir regluligar tíðinda-, talu- og tónleikasendingar. Onnur broytingin kom í 1984, tá Sjónvarp Føroya fór at senda sínar sendingar. Bæði útvarpið og sjónvarpið høvdu eina sterka savningarmegi, tí føroyingar tóku sendingarnar til sín. Báðir miðlarnir settu í stóran mun dagsskránna í orðaskiftinum í almenna rúminum og høvdu stóra ávirkan á mentanina. 

Seinnu árini hava vit sæð enn eina stóra avgerandi broyting á loftmiðlaøkinum. Miðlarnir eru við talgildingini vorðnir globalir, og tøknirisarnir varpa gjøgnum stroymingartænasturnar ovurstórar nøgdir av sendirøðum og filmum til brúkararnar. Youtube og Tiktok eru nú meginmiðlarnir hjá einum vaksandi tali av børnum og ungum, eins og alt fleiri ung siga sosialar miðlar vera teirra fremstu tíðindakeldu.

Kringvarpsstjórin vísir á, at nú er stríðið um uppmerksemi so stórt, at miðlavanarnir broytast. Tá minni tíð verður brúkt til føroyskar miðlar, hevur tað stórar avleiðingar, staðfestir Ivan Hentze Niclasen. Fólkaræðisliga og siðmennandi samrøðan, sum miðlarnir skulu miðla, er í vanda fyri at vikna, og tí viknar savningarmegin. Eisini leggja ensktmæltu filmarnir og røðirnar stórt trýst á málførið hjá børnum og ungum:
 

20220818_Midlaradstevna_Ivan_Niclasen_brot_1


Broyttu miðlavanarnir hava við sær, at miðlanýtslan verður sundurpettað, og tí tódnar felagsskapurin, sum fylkist um føroysku miðlarnar. Kringvarpsstjórin mælir til, at Kringvarpið verður styrkt, soleiðis at framleiðslan av loftbornum tilfari kann økjast. Besta forðingin móti sundurpettingini er at styrkja felagsskapin og at skapa nýggjar felagsskapir í miðlunum. Hann vísir á ungdómsøkið í KVF, sum var eitt strategiskt val hjá Kringvarpinum at skapa ein nýggjan felagsskap, har ung kunnu fylkjast um ungdómssendingar í KVF:
 

20220818_Midlaradstevna_Ivan_Niclasen_brot_2

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938

Um kvf css