Róðrarsambandið biður Nólsoying um umbering

Róðrarsambandið biður Nólsoying um umbering
Beint undan róðrinum, varð manningin biðin um at taka burtur ólógligan lista hjá lærmonnunum, men listin var ikki ólógligur, sigur Róðrarsambandið
Róðrarsambandið kravdi, at hesin listin skuldi úr bátinum
Mynd: 3-2  
 
10.06.2015 - 08:34

Nevndin í róðrarsambandinum biður manningina á 10 mannafarinum Nólsoyingi um umbering, tí manningin av órøttum var løgd undir at hava brotið reglurnar viðvíkjandi báti og trygd. 

Tað snýr seg um ein lista hjá lærmonnunum á Nósloyingi, sum teir, beint undan róðrinum, vórðu bidnir um at taka av, tí hann var ólógligur.

Men nú skrivar Róðrarsambandið, at listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, sum alt kjakið snúði seg um, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum. 

      Hoyr samrøðu við Magnus I. Holm, róðursmann á Nólsoyingi um málið 

      Sí innslag frá norðoyastevnu, tá manningin mátti taka listan úr

Róðrasambandið skrivar víðari: At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um. Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur.

Róðrarsambandinum tekur í egnan barm og vil alment umbera mistakið, stendur á heimasíðuni hjá Føroya Róðrarsambandi.

Nólsoyingur gjørdist aftasti bátur á róðrinum á norðoyastevnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659