Pál Joensen nummar 17

Pál Joensen nummar 17
Hetta var bara upphiting, sigur Pál Joensen, sum fyrireikar seg til HM-finaluna í 1500 metur sunnudagin
 
05.12.2014 - 14:43

Pál Joensen svam seg í dag til eitt 17. pláss í 400 m. frí-kappingini í HM á stuttgeil í Doha.

Tíðin hjá Páli var 3:42.31. Besta tíðin hjá honum er 3.40.12, sum varð svomin í superdrakt, sum ikki verður brúkt meira.

Besta tíðin hjá Páli á hesum teininum í stuttbuksum er 3.41.05. Ta Tíðina setti hann í Istanbul í 2011.

Pál bleiv nummar 17 av 80 svimjarum.

Skjótastur var Ungarski Peter Bernek við tíðini 3.37.34

 

Pál nøgdur hóast alt

Pál Joensen var ikki millum átta teir bestu, sum komu í finaluna, men hann er nøgdur hóast alt.

-Eg eri vælnøgdur. Hetta er upphiting til tað, sum skal koma seinni, og eg eri nøgdur við ferðina hjá mær, sigur Pál Joensen við svimjing.com

Pál Joensen leggur afturat, at hann hevur fult fokus á 1500 metur finaluna, sum verður sunnudagin.

- Nú fari eg at hvíla meg, so eg kann svimja mín besta 1500 metur nakrantíð, sigur Pál Joensen.

 

1500 metur finalan í sjónvarpinum

1500 m. finalan verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður klokkan 15.20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112