Pál Joensen kom ikki í 400 m frí finaluna

Pál Joensen kom ikki í 400 m frí finaluna
Eingin av føroyingunum, sum eru við í Evropameistarastevnuni í Herning, svumu upp til sína bestu tíð.
 
12.12.2013 - 12:42

Fyrsti dagur gekk ikki eftir vild hjá føroysku svimjarunum, sum eru við í Evropameistarastevnuni í Herning.

Ongin svam upp til sína bestu tíð.

Ein teirra er Pál Joensen, sum svam 3.48.50 í 400 m frí. Tíðin gav eitt 21. pláss og sostatt rakk tað ikki til eitt finalupláss.

Pál Joensen kemur at royna seg aftur leygardagin í 1500 m frí.

Hinir føroysku svimjararnir skulu í hylin aftur í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572