Seta 50 metur hylin upp í januar

Seta 50 metur hylin upp í januar
Svimjihylurin í Vági verður settur upp í januar mánaði
 
21.11.2013 - 10:28
Nú er greitt, at farið verður undir at seta upp sjálvan 50 m. svimjihylin og barnahylin í Vági síðst í januar, tað skrivar svimjihollin.com.
 
Arbeiðið at seta báðar svimjihylarnar og vatnreinsianlegg verður skipað í tveimum umførum.
 
Fyrsta umfarið byrjar síðst í januar, tá verður alt rør-arbeiðið gjørt, vatnreinsianleggini sett upp, og fyrsti partur av hylunum báðum verður settur upp.
 
Annað umfarið av arbeiðinum verður skipað í mun til nær hinir partarnar í sjálvari svimjihøllini eru klárir, tí hetta umfarið endar við at vatn verður fylt í hylarnar báðar og klárt verður at svimja, skrivar svimjihollin.com
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213

Meira um sama evni