Magnus Jákupsson DM-vinnari í 100 m. rygg

Magnus Jákupsson DM-vinnari í 100 m. rygg
Magnus Jákupsson var fyrstur á mál, og er danmarkarmeistari í 100 metur ryggsvimjing.
 
17.11.2013 - 20:26
Tað bleiv ein sannførandi sigur til Magnus Jákupsson, tá ið hann og Andreas Schiellerup møttust til 'revanche' í 100 metra ryggsvimjing, eftir at teir báðir fríggjakvøldið vunnu gull og settu danskt met á hálva teininum.
 
Magnus tók beinanvegin leiðsluna við 24.93 sekundum eftir fyrstu 50 metrarnar í mun til Andreas á 25.20. Magnus helt seg framman fyri avbjóðaran, og vann við tíðini 51.75 sekund. Schiellerup svam 52.07.
 
Hetta er stórt persónligt met hjá Magnusi. Gamla metið hjá honum var 52.62. Nýggja metið hjá Magnusi er stutt frá danska metinum, sum er 51.54. 
 
Svimjing.com skrivar, at tíðin hjá Magnusi Jákupsson er sambært SwimRankings hin triðbesta í Evropa hetta svimjiárið, og langt undir kravtíðini hjá dønum til EM í Herning, á 53.16.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112