Viðgera uppskotið um misálit klokkan 13

bannari
Viðgera uppskotið um misálit klokkan 13
Uppskotið um misálitið á løgmann er júst lagt fyri tingið
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava lagt uppskotið um misálit fram
 
10.10.2013 - 12:24

Løgtingið fer klokkan 13 at viðgera uppskotið frá formonnunum í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn um misálit á løgmann fyri handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin.

Uppskotið er júst lagt fram í tinginum, og sambært reglunum skal viðgerð av øllum øðrum málum steðga, tí løgtingið skal viðgera uppskotið um misálit.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur niðurlagt tingfundin í hálvan tíma, so løgtingsfólk fáa høvi at lesa uppskotið. Hann hevur sett tingfundin at byrja aftur klokkan 13.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112