Viðareiðistunnilin 25 mió. kr. dýrari

Viðareiðistunnilin 25 mió. kr. dýrari
Løgtingið hevur játtað 162 mió. kr. til tunnilin, men nú tilboðini eru kannað, er kostnaðurin 187 mió. kr.
 
10.10.2013 - 10:08

Tunnilin til Viðareiðis kostar 25 milliónir krónur meira enn løgtingið hevur játtað.

Tað kunngjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í løgtinginum í gjár.

Tá tilboðini komu inn, gjørdist greitt, at tunnilin kostar nógv meira enn 162 milliónir. Nú Landsverk hevur kannað tilboðini, er kostnaðurin 187 milliónir krónur. Landsverk er biðið um at meta, um til ber at fáa tunnilin fyri 162 milliónir, sum løgtingið hevur játtað.

Jørgen Niclasen segði eisini, at arbeiðið at gera ein betri veg til Viðareiðis í staðin fyri tunnil, verður ikki boðið út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112