- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veiðigjald og umlættingardepil í tinginum í dag

Veiðigjaldið og avreiðingargjaldið fyri makrel og norðhavssild næsta ár er fyrsta málið á dagsskránni hjá løgtinginum í dag. Fiskimálaráðið hevur lagt somu lóg, sum er galdandi í ár, fyri tingið, tí lógin hevur samband við fíggjarlógina fyri 2014. Í ár ætlaði landsstýrið at fáa 107 mió. kr. í tilfeingisgjaldi fyri makrel og sild, og tað tykist at fara at eydnast, nú fiskiskapurin hevur verið so góður.
Enn veit tó eingin, hvørjar kvotur vera næsta ár. Tí verður lógin seinni broytt, so hon svarar til kvoturnar. Minni kvoturnar verða, størri verða gjøldini fyri at fáa fatur í teimum 107 milliónunum.
Sandoyggin
Sandoyggin er eisini á skránni í dag, bæði virknis- og umlættingardepil til børn og ung og berghol til Dals. Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið.
Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.




























