Sálarfrøðingar eisini løggildast sum heilsustarvsfólk

Sálarfrøðingar eisini løggildast sum heilsustarvsfólk
Trivnaðarnevndin heldur, at tað hevur stóran týdning, at bara fólk, sum hava løggilding ella góðkenda útbúgving, sleppa at viðgera fólk við sálarsjúku
Á tingfundinum í dag fer løgtingið at atkvøða um uppskotið um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki
 
10.10.2013 - 08:12

Bæði Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum og Landssjúkrahúsið vilja hava sálarfrøðingar við í lógina um løggildingar hjá heilsustarvsfólki. Heilsumálaráðið hevur biðið løgtingið seta í gildi ríkislógartilmæli, sum savnar allar ásetingar um løggildingar hjá heilsustarvsfólki í einari lóg. Danska lógin frá 2006 er lagað til føroysk viðurskifti.

Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Tá nevndin umrøddi málið, varð spurningurin um løggilding av sálarfrøðingum viðgjørdur. Trivnaðarnevndin heldur tað hava stóran týdning at tryggja, at bara fólk, sum hava løggilding ella hava góðkenda útbúgving, sleppa at viðgera fólk við sálarsjúku ella fólk, sum eru í kreppu.

Atkvøða í dag

Sum heild hevði tað verið skilagott, at alt økið, sum umfatar ráðgevar, viðgerðir og viðtalur verður eftirmett soleiðis, at trygd fæst fyri, at tað almenna bara vísir til góðkendar viðgerðir, sigur nevndin. Á tingfundinum í dag fer løgtingið at atkvøða um uppskotið um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki.

Lógin kemur í staðin fyri 35 gamlar kongaligar fyriskipanir. Tann elsta er frá 1935. Tann nýggjasta kom í 2005. Í galdandi lóg í Føroyum um heilsustarvsfólk eru ongar ásetingar um løggilding av kiropraktorum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, optikarum ella almanna- og heilsurøktarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112