- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM-undankappingardystur í útvarpinum klokkan 17:15
HM-undankappingardystur í útvarpinum klokkan 17:15
Kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi spæla í dag HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Dysturin verður sendur beinleiðis í útvarpinum

Mynd: Hans Erik Danielsen
22.09.2013 - 12:07
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Skotland er søguligur fyri føroyskan fótbólt, tí hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar spæla ein veruligan HM-undankappingardyst.
Føroyar megnaðu fyrr í ár at spæla seg víðari úr undankappingini, og komu í bólk saman við Skotlandi, Póllandi, Svøríki, Bosnia, og Norðurírlandi.
Dysturin í kvøld millum Føroyar og Skotland er tann fyrsti í bólkinum. Dysturin byrjar klokkan 17:15 og útvarpið sendir beinleiðis.
Bólturin er eisini á skránni í dag. Í dag útvarpa vit dystin millum HB og EB/Streym. Fylgt verður eisini við, hvussu tað gongur í hinum dystunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. juni
Vísindavøka '25 - Durita Gunnarsson, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209503
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450






















